þriðjudagur, september 16, 2008

Ég er því fegin að hafa ekki risaeiturkoppa á mínu heimili, Gústi er mér sammála - Fleiri færeyskar fréttir

...enn einn pistillinn úr færeyska Vikublaðinu, tékkið á síðustu línunni. Ógvusligur bruni hljómar eitthvað sem ég er ekki til í að fá!!
Risaeiturkoppur bitið hund til deyðis


Familjan hjá einum hermanni er flutt út úr húsinum, eftir at ein vandamikil eiturkoppur beit hund teirra til deyðis. Talan er um ein sonevndan kamel-eiturkopp, ið vanliga livir best í heitum og turrum umhvørvi.




Griffith-familjan stríðist fyri at fáa fatur á óbodna gestinum, sum kom í húsið í ryggsekkinum hjá hermanninum og húsbóndanum, Rodney, tá hann kom heim eftir lokna hertænastu í Afghanistan.Familjan hevur longu mist átta ára gomlu tíkina, Bella, ið mátti avlívast, eftir at eiturkoppurin beit hana. Lorraine Griffiths og børnini, ið eru 18, 16 og 4 ára gomul vórðu noydd at flyta úr húsunum í Colchester, Essex. Tey nokta at flyta inn aftur, fyrr enn RSPCA hevur funnið og tikið eiturkoppin.Hetta slagið av eiturkoppum kann gerast einar 22 cm til longdar og renna einar 16 km/t – tískil eru teir ógvuliga torførir at fáa fatur á.Frú Griffiths er vís í at eiturkoppurin kom til landið í ryggsekkinum hjá manni hennara, 32 ára gamla Rodney, sum kom heim í juni. Hann er síðani farin avstaðaftur til Afghanistan.Kamel-eiturkopparnir eru ikki lívshóttandi fyri menniskju. Verður tú bitin av einum slíkum, kanst tú vænta at fáa ógvusligan bruna