Bárður á Lakjuni 14.05.2008 - 08:50
Henrik Larsson ger comeback
’Henke’, sum hann eisini verður nevndur, hevur avgørt at gera eitt comeback á svenska landsliðnum.
Tað kom rættiliga óvæntað, fyri ikki at siga heilt óvæntað, tá svenski landsliðsvenjarin, Lars Lagerbãck, týsdagin kunngjørdi, at Henrik Larsson verður við í svenska landsliðshópinum, sum skal til EM í Schweiz/Eysturríki í summarHenrik Larsson, sum nú er vorðin 36 ár, hevur umboðað fleiri stórfeløg í Europa. Hann hevði nógv góð ár í Celtic í Skotlandi, áðrenn hann fór til Barcelona, har hann eisini kláraði seg sera væl. Eitt stutt skifti spældi hann eisini við Manchester United. Nú spælir hann so við Helsingborg í bestu svensku deildini, Allsvenskan. Larsson hevur ikki einas játtað at vera við í summar, hann vil eisini fegin vera við í komandi HM-undankapping.EM endaspælið í summar verður tað sætta hjá Henrik Larsson, og tað er svenskt met.
Hahahaha, færeyska er best í heimi! Linkinn á fréttina má finna hér
Gerast áskrifandi að:
Birta ummæli (Atom)
2 ummæli:
Færeyska rúlar! ,,Endaspælið" þykir mér sérstaklega frábært orð.
Heja Sveriga, heja Foröyar!
Þetta er ógeðslega fyndið. Ég fæ alltaf einhverja skrýtna tilfinningu þegar ég les færeysku, get eiginlega ekki lýst henni. Það er pínu eins og færeyska þjóðin sé einhver ættbálkur sem hefur nýlega verið uppgötvaður lengst inni í frumskógi.
Skrifa ummæli